EIÐIS SKÚLI

 

 

 

 
 

 

 

   
   
 
     
SKÚLAVIÐURSKIFTI Á EIÐI

     

 

1935 Hans Andreasen, íð eina tíð hevði verið lærari í Havnar skúla, varð í 1935 settur at unirvísa á Eiði.
1843-1852

Cristian Jacobsen úr Søldarfirði verður settur sum lærari á Eiði í 1843. Hann fer í 1852 til Danmarkar av tí at hann fekk frípláss á Jonstrup Seminarium. Eiðis kirkjusøkn kom aftaná at ligjja skúlaleys í umleið 20 ár.

1871

1. juni 1871 verður Grækaris Joensen (1835-1897) fyribils settur sum lærari á Eiði. Grækaris Joensen var fyrsti næmingur, ið tók læraraprógv í Føroyum, og fyrsti lærari við læraraprógvi, ið hevur fingið læraraembæti her. Foreldur hansara vóru Jógvan Joensen, óðalsbóndi, og Marin Malena, bæði av Eiði.

1877

16. juni 1877 verður Grækaris Joensen settur í føstum starvi sum lærari á Eiði.

1896

Á fundi 24. juni 1896 fær kommunustýrið at vita, at statskassin hevur játtað 1400,- kr. "til hjælp ved opførelse af en skolebygning ved Nordskaale".

1897

Niles Østerø (1878-1902) verður settur sum lærari á Eiði. Hann var sonur Absalon Guttormsen, lærara og kongsbónda á Trøllanesi.

1901

Johannes Hans Petersen (1874-1930) verður settur sum fyribilslærari frá 1. juli 1901 til 30. september 1902. Hann var sonur Hans Peter Heinesen, bónda, og Elisabeth, fødd Olsen, í Svínoy.

1902

Johannes Hans Petersen verður settur í føstum starvi á Eiði.

1913

Norðskálakonan E.B. Hansen verður sett sum ólærd lærarinna í Sundalagnum.

1914

Valborg Simonsen (1889-1967) verður sett sum lærarinna á Eiði. Hon var dóttir Johan Michal, kongsbónda, og Elisabeth Johannu Simunsen, Velbastað.

1915

Theodor Dahl (1884-1920) verður settur sum fyrstilærari á Eiði. Hann var sonur Óla Hans Dahl úr Dali og Onnu, úr Funningi.

1915

Í 1915 samtykkir kommunustýrið at byggja trimpul upp á skúlan, har lærarin skal hava sína íbúð. Niðriundir skulu tvær skúlastovur gerast. Umbyggingin verður í 1916 fyribils útsett orsakað av heimsbardaganum. Trimpul kom ongantíð á skúlan.

1921

Pól í Jógvanstovu (1896-1933) verður settur sum fyrstilærari á Eiði. Hann var sonur Óla og Onnu Lísbittu í Jógvanstovu.

1921

1. oktober 1921 samtykkir kommunustýrið at stovna eitt nýtt lærarastarv í Eiðis kommunu. Í nýggja starvið varð Maria Hansen úr Leynum sett. Hon kom at virka í skúlanum á Oyri og við Norðskála.

1931

Skúlamøguleikarnir hjá børnunum við Ljósá vóru ikki góðir. Valborg Simonsen koma av og á suður, og onkur gekk eina tíð á Eiði og búði har norðuri. Men í 1931 kom ein ferðalæraraskipan, sum varð samtykt av kommunustýrinum 24. september 1931. Fyrsti lærarin, sum kom at virka eftir hesi skipan, var Jacob M. Kjeld (1901-?). Hann var ferðalærari við Ljósá og á Langasandi.

1933

Í 1933 verður skrivað í gerðabókina hjá kommunustýrinum, at skúlastjórnin hevur góðkent, at Anthon Ellingsgaard hevur undirvísing í navigatión í kvøldskúlanum á Eiði.

1934

1. januar 1934 tók Andrias Thomsen (1900-, ættaður úr Norðragøtu, við sum fyrstilærari á Eiði

1944

Jóhan Kallsoy verður settur sum fyrstilærari á Eiði.

1957

16. oktober 1957 stendur at lesa í gerðabókini: "Kommunustýrið hevur samtykt at fara undir at byggja nýggjan skúla, og eru tekningar til skúlan góðkendar og studningur játtaður".

1962

Í 1962 samtykti kommunustýrið at leiga losjuna "Statt fast"  við Ljósá til at hava skúla í, meðan nýggi skúlin var í gerð.

1963

Í 1963 samtykti kommunustýrið at taka við einum tilboði frá Hans Háfjall í Klaksvík um at byggja skúlan fyri kr. 479.000,-.

1964

Heini Nygaard verður settur sum fyrstilærari. Heini var føddur og uppvaksin í Fuglafirði. Mamma hansara var av Eiði, dóttir Heina Nygaard keypmann.

1972

Gamli skúlin á skúlavegnum varð lýstur til sølu í 1972. Eivind Ellingsgaard keypti hann og nýtti meginpartin av tilfarinum til sethús úti á Bø.

1973

Eiðis kommuna hevði samtykt at vera við í byggingina av felagsskúla á Oyrarbakka.

1975
Í 1975 varð umsókn send landsstýrinum og skúlastjórnini um at byggja upp í skúlan á Eiði.
1995
1. august 1995 verður Símun Abrahamsen settur sum fyrstilærari á Eiði.
1998
1. august 1998 verður Vagn Foldbo settur sum fyrstilærari á Eiði.
1999
Á vetri 1999 varð spakin settur í jørðina til at útbyggja skúlan og byggja ítróttarhøll.
2004
1. mai verður Tom Joensen settur sum fyrstilærari á Eiði.

 

 

 


2007

Símun Abrahamsen
(fyrstilærari 1995-1997)


Vagn Foldbo
(fyrstilærari 1998-2004)


Tom Joensen
(fyrstilærari 2004-)