EditRegion4
  EIÐIS SKÚLI

 

 

 

 
 

 

Søguligt

   
   
 
       
Um skúlan

1957 vóru fyrireikingar gjørdar til at útvega tekningar og grundøki til nýggjan skúla á Eiði. Í 1963 viðtók kommunustýrið tilboð frá Hansi Háfjall, byggimeistara í Klaksvík, at gera nýggjan skúla Uppi í Kolli, Uppi undir Kolshjøllum. 30 oktobur 1965 varð hesin skúli hátíðarliga vígdur og tikin í nýtslu.


Á vetri 1999 varð spakin settur í jørðina til at útbyggja skúlan og byggja ítróttarhøll. 27 oktober 2000 varð reist og byrjað varð at inniloka. Eftir summarfrítíðina 2001 vóru hølini í skúlans parti klár at taka í nýtslu. Við teim uml. 650 m2 , sum komnir eru afturat skúlanum, eru munandi betri umstøður veittar bæði næmingum og lærarum og fortreytir skaptar fyri góðum undirvísingar- møguleikum.


Við útbyggingini hevur skúlin fingið fleiri rúmlig høli; - t.d. tónleikarastovu, teldustovu, smíðstovu, køk, stovu til handarbeiði og evning. Lærarastovu og fundarhøli. Eisini er eitt bókasavn, eitt sokallað opið bókasavn komið hetta sum partur av gamla skúla. Og so miðhøllin, sum m.a. verður nýtt til samkomur av ymiskum slagi. Ítróttarhøllin er góðar 1400 m2, íroknað hjárúm og lýkur hon altjóðakrøv og gevur góðar møguleikar fyri hondbólti umframt øðrum fjøltáttaðum ítróttargreinum.